- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hanus Pál Jógvansson virkandi sóknarprestur í Vesturkirkjuni
Nólsoyingurin, Hanus Pál Jógvansson, gudfrøðingur, er innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi frá 1. mai til 31. juli.
Tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.
Innstillingin varð gjørd á felags kirkjuráðsfundi í gjár.
Tá ið talan er um vikar, er biskupur setanarmyndugleiki.
Prestvígdur 24. apríl
Treytað av at landsstýrismaðurin í mentamálum gevur vígsluloyvi, er ætlanin at prestvíga Hanus Pál í dómkirkjuni 24. apríl kl. 16.
Undur gudstænastuni í Vesturkirkjuni sunnudagin 1. mai kl. 11 skipar dómprósturin nýggja prestin í kallið.
Fýra umsóknir vóru til starvið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.