Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vága kommuna fer at útstykkja uppaftur meira
Vága kommuna fer at útstykkja uppaftur meira
Grundstykkir til 22 sethús og 17 íbúðareindir verða nú útstykkjað í Vága kommunu
Mynd: Savnsmynd
27.01.2022 - 07:33
Áhugin fyri at seta búgv í Vága kommunu er so stórur, at kommunan nú fer at útstykkja enn meira.
Vága kommuna hevur á býráðsfundi samtykt at fara undir útstykkingar í bæði Sandavági og Miðvági.
Eftir ætlan verður arbeiðið, at gera økini byggibúgvin, boðið út um fáar vikur.
Arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión millum arbeiðstakarar í kommununi.
Talan verður bæði um grundstykkir til sethús, umframt at økir verða boðin út til øðrvísi bygging.
22 grundstykkir og 17 íbúðareindir
Arbeitt verður somuleiðis við at gera útbjóðingartilfar klárt til útstykking í Vatnsoyrum.
Býráðið hevur samtykt at fara undir at útstykkja níggju grundstykkir til sethús og 12 íbúðareindir í Sandavági.
Í Miðvági er í fyrstu syfti ætlanin at gera 13 grundstykkir til sethús og til fimm íbúðareindir.
Hesi koma afturat teimum átta grundstykkjunum, sum longu eru gjørd byggiklár.
Tey grundstykkini verða boðin út í næstum til tey, sum standa á bíðilistanum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV