- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnuhúsið: Illa frágingið tilfar um svimjihøllina
Vinnuhúsið kemur nú eisini við sínum viðmerkingum um útboðstilfarið til arbeiðið at byggja svimjihøll í Runavík.
Í stuttum sigur Vinnuhúsið, at tilfarið var ov ógreitt og illa frágingið av danska ráðgevanum og føroyska byggiharraráðgevanum, sum hevur ráðgivið kommununi.
Í fleiri arbeiðstøkum vóru stórir manglar, nøgdarlistar vóru ófullfíggjaðir, og spurningar vórðu ikki svaraðir. Til dømis var Trú- og heiðurváttanin, sum tilboðsgevararnir skuldu skriva undir, á donskum og fevndi knappliga um renovering og umbygging av Engskolen! Hvør hesin Engskolen er, vita vit ikki, men hann hevur so onki við svimjihøllina í Runavík at gera, sigur Vinnuhúsið.
Rættingar gjørdar
Eftir at Handverksmeistarafelagið gjørdi kommununa varuga við trupulleikarnar, vóru rættingar gjørdar, men tá ið freistin kom at lata tilboð inn, vóru framvegis fleiri villur og ógreið viðurskifti í útbjóðingartilfarinum. Tí avgjørdi felagið at mæla limunum frá at bjóða upp á arbeiðið at gera svimjihøllina í Runavík.
Føroya Handverksmeistarafelag harmast um, at kommunan ikki valdi at útseta freistina fyri at fáa útboðstilfarið upp á pláss. Hetta hevði neyvan tikið meira enn eina ella tvær vikur.
Runavíkar kommuna hevur nú valt eina aðra loysn. Kommunan hevur valt uttan almenna kapping at skriva undir partalagsavtalu við byggifelagið Kanjon um at gera svimjihøllina.