- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsuppskot kemur á middegi
Semingsuppskot kemur á middegi
Partarnir fáa freist til í kvøld at taka støðu til uppskotið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.01.2022 - 08:51
Semingsstovnurin ger í dag eina roynd at seta punktum fyri sáttmálatrætuna millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Ljósmøðrafelagið.
Miðað verður nevniliga eftir at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar á middegi, upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Síðani fáa partarnir freist til einaferð í kvøld at taka støðu til semingsuppskotið.
Partarnir sendu boð eftir Semingsstovninum 17.januar fyri at fáa eina loysn á sáttmálatrætuni.
Sáttmálin hjá ljósmøðrunum fór úr gildi 1.oktober 2020.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV