- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sangarin í System of a Down fortelur føroyskum børnum um fólkadráp
Á Holocaustdegnum, sum er hósdagin 27. januar, fer Nám at varpa ljós á landið Armenia, og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915.
Hetta er fyrsta fólkadráp í 20. øld.
Tvøroyrar skúli er lokalur vertur fyri tiltakinum, sum fer at bjóða øllum skúlum og áhugaðum vælkomnum, eins og gjørt varð í fjør úr Skúlanum við Streymin, tá evnið var Bosnia.
Pallur fyri tiltakinum í ár er mentanarhúsið SALT, haðani stroymt verður.
Heimskendur sangarin greiðir frá
Støðið verður millum annað tikið í frásøgn frá armenska Serj Tankian, ið er sangari í heavy rock bólkinum System of a Down.
Ólavur í Geil, sum samskipar tiltakið, tosar við armenska sangaran.
Serj Tankian hevur lovað armenska abbanum, aldri at gloyma tað fólkadráp, sum núverandi Turkaland setti í verk móti armenska fólkinum.
Báðar ommurnar og báðir abbarnir hjá Serj vóru yvirlivarar.
Um nakar ivast, hvør System of a Down er, so er eitt video við kenasta sanginum hjá bólkinum. Yvir ein millard spælingar á Youtube.
Temasíða og stroyming
Nám hevur gjørt eina opna temasíðu við tilfari um Holocaustdagin.
Øll kunnu fygja við, tá Holocaustdagurin verður hildin fyri skúlanæmingum í Salti hósdagin kl 10:00-11:30.