- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur havnarmeistari í Havn
Nýggjur havnarmeistari í Havn
Andrias Vang tekur við starvinum 1. mars
24.01.2022 - 13:37
Andrias Vang er settur í starv sum havnarmeistari í Tórshavnar havn. Hann avloysir Jónsvein Lamhauge og byrjar í starvinum tann 1. mars.
Andrias Vang, sum er ættaður Kaldbak, er 51 ára gamal. Hann var fyrst útbúgvin snikkari og síðani skipsførari hjá A.P. Møller.
Hann hevur starvast sum yvirmaður hjá Maersk í sjey ár. Hann starvaðist eisini í 10 ár hjá Maersk Broker Agency, fyrst sum skipsmeklari og síðani sum leiðari.
Í 2014 fór Andrias Vang til Siemens Gamesa, har hann er deildarleiðari og arbeiðir við at seta vindmyllur upp í víðum havi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV