- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv bygging í Klaksvík
Nógv bygging í Klaksvík
Borgarstjórin væntar, at byggiloyvini seta met í ár
Mynd: Klaksvíkar kommuna
24.01.2022 - 08:23
Í fjør gav Klaksvíkar kommuna byggiloyvi til 50 íbúðir og 13 sethús.
Seinastu tíggju árini hevur kommunan givið 89 sethúsum og 93 íbúðum byggiloyvi.
Fyribils metingin er, at góða gongdin við íbúðabyggingini heldur fram í 2022, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
Hann roknar við, at byggiloyvini seta met í 2022.
Síðani korona kom, eru nógvir fyrispurningar komnir um byggiloyvi til tilbygningar, umbyggingar, bilhús, hjallar og annað.
103 slík loyvi vóru latin í fjør, og tað er met.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV