Nánd fær dygdarmennara

Nánd fær dygdarmennara
Jónvør Christiansen tekur við starvinum 1. apríl
Jónvør Christiansen er sett sum dygdarmennari í Nánd. Hon hevur starvast á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu í fleiri ár, eisini sum dygdarmennari.
 
24.01.2022 - 09:29

Jónvør Christiansen er sett sum dygdarmennari í Nánd. 

Nánd er samstarvið innan eldraøkið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Jónvør hevur starvast á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu í fleiri ár, eisini sum dygdarmennari. Seinastu árini hevur hon starvast sum aðalskrivari hjá MEGD.

Jónvør, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt, byrjar í starvinum 1.apríl. 

Sum dygdarmennari skal hon menna tænasturnar, gera kunnandi tilfar, dagføra og íverkseta mannagongdir og menningarætlanir, og tryggja, at fakligir standardir, leiðreglur og lógir verða fylgdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109