- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klokkuflytingarnar kunngjørdar
Í álmanakkum er klokkuflytingin longu komin, men kunngerðin um summartíð 2022 og 2023 kom fríggjadagin.
Í ár er summartíðin millum 27. mars og 30. oktober.
Klokkan verður flutt ein tíma fram 27. mars og ein tíma aftur 30. oktober.
Lógin um summartið er frá 1980.
Ráðharraráðið vrakaði avgerð
Í 2019 samtykti ES-tingið, at frá 2021 skuldu limalondini í ES sjálv gera av, um tey vilja hava vetrartíð ella summartíð alt árið.
Men hetta bleiv av ongum í fjør.
Ráðharraráðið tók ikki undir við avgerðini hjá tinginum.
Fólk vilja av við klokkuflytingina
ES-nevndin kom í 2018 við uppskoti um at taka av skipanina við vetrartíð og summartíð.
Tað varð gjørt eftir eina almenna hoyring, har 4,6 milliónir fólk í ES blivu spurd.
84 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey vilja, at skipanin verður tikin av.