- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sandoyartunnilin skotin ígjøgnum um 14 dagar
Um tvær vikur ella so er landfast millum Sandoynna og Streymoynna.
Arbeiðið í tunlinum gongur væl, og sambært samdøgurfrágreiðingini hjá stjóranum, Teiti Samuelsen, vanta bert 83 metrar at verða sprongdir, áðrenn søguliga dagin.
Í løtuni verður sprongt og sonderað, og lekar verða tettir. Í miðal hevur higartil verið sprongt umleið 50 metrar um vikuna. Men seinasta pettið tekur longur tíð, tí eitt víkipláss skal eftir ætlan vera júst har, skjótast skal ígjøgnum.
Landsstýrið eigur avgerðina
Enn er ikki avgjørt, hvør sleppur at lata einasta skotið av. Ta avgerðina sleppur landsstýrið at taka, sigur Teitur Samuelsen.
Onkuntíð hevur elsta fólkið skotið seinasta skotið , og onkuntíð hava tað verið politikarar. Í Eysturoyartunlinum lótu allir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin seinasta skotið av.
Helst verður sprongt ígjøgnum Sandoyarmegin, og ætlanin er at skipa fyri hátíðarhaldi í høllini á Sandi. Havandi í huga koronustøðuna, ber ikki til í løtuni at siga, hvussu hátíðarhaldið verður