- Tíðindi, mentan og ítróttur
H71 fekk sterkt lið úr Ukraina í fjórðingsfinaluni
Kvinnurnar hjá H71 skulu spæla ímóti HC Galychanka úr ukrainska býnum Lviv í fjórðingsfinaluni í evropeisku kappingini, EHF Europa Cup.
Lutakastið var fyrrapartin.
Fyrra fjórðingsfinalan verður spæld 12. ella 13. februar.
Seinni dysturin verður spældur vikuna eftir.
Krútsterkt mótstøðulið
Í H71-leguni er tey ikki í iva um, at HC Galychanka Lviv úr Ukraina er eitt av størstu og sterkastu liðunum, sum eru eru eftir í EHF Europa Cup-kappingini.
HC Galychanka Lviv hevur vunnið alt, ið vinnast kann, í Ukraina.
Seks ferðir hevur liðið verið meistari í Ukraina, frá 2015 til 2020, og fimm ferðir er tað blivið til silvur og sjey ferðir til bronsu.
Harumframt vann HC Galychanka Lviv steypakappingina í 2016, 2017 og 2019.
Í løtuni er HC Galychanka Lviv klárt á odda av teimum seks liðunum í ukrainsku kappingini við 32 stigum fyri 16 dystir, sum er fult stigatal, og tað eru heili 11 stig niður til næstfremsta liðið!
Royna at fáa báðar dystirnar í Føroyum
– Eftir dystarskránni hjá EHF skulu fjórðingsfinalurnar spælast leygardagin 12. februar og leygardagin 19. februar, men vit fara at vita, um vit ikki aftur kunnu fáa báðar dystirnar til Føroya og fáa teir avgreiddar eitt vikuskifti, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.
Kemur H71 fram við sterka, ukrainska liðnum, so verður mótstøðuliðið í hálvfinaluni annað av sponsku feløgunum, Bm Elche ella Rocasa Gran Canaria.
Lutakastið merkir, at H71 við Rannvá Olsen og Inga Olsen ikki kann møta ÍBV Vestmannaeyjar við Ingibjørg Olsen fyrr enn í einari møguleikari finalu.
IBV Vestmannaeyjar skal til Malaga at spæla fjórðingsfinalur ímóti Costa del Sol Malaga.
Fjórðingsfinalurnar eru hesar:
1. HC Galychanka Lviv (Ukraina) – H71 (Føroyar)
2. ÍBV Vestmannaeyjar (Ísland) – Costa del Sol Malaga (Spania)
3. Bekament Bukovicka Banja (Serbia) – Dunajská Streda (Slovakia)
4. Bm Elche (Spania) – Rocasa Gran Canaria (Spania)