- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útselt til landsdystirnar um vikuskiftið
Stórur áhugi er fyri hondbóltslandsdystunum, sum verða spælir í vikuskiftinum.
Manslandsliðið skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í Høllini á Hálsi.
Avmarkaða talið av atgongumerkjum, 400, sum vóru sett til sølu tíðliga í desember eru galdandi.
Koronuavmarkingar hava við sær, at fleiri atgongumerki ikki verða seld.
Elias ikki við fríggjakvøldið
Landsliðsvenjararnir hava úttikið sekstan spælarar til fyrsta dystin ímóti Luksemborg fríggjakvøldið.
Hvørki Elias á Skipagøtu ella Kjartan Johansen verða við.
Teir eru báðir darvaðir av skaða.
Landsliðsvenjararnir kunnu skifta tveir spælarar út í hópinum millum dystirnar.
Leygarkvøldið spæla Føroyar ímóti Italia, og sunnukvøldið er mótstøðuliðið Lettland.
Sambært HSF.fo, so vera tað hesir 16, sum skulu spæla fyrsta dystin móti Luksemburg:
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA (ÍSL)
Pauli Jacobsen, H71
Vinstru vengur:
Sjúrður Olsen, Tønder (DAN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DAN)
Høgru vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DAN)
Nicklas Bertram Selvig, KÍF
Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)
Teis Horn Rasmussen, Tønder (DEN)
Rókur Akralíð, HC Odense (DEN)
Bakkar:
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Vilhelm Poulsen, Fram (ÍSL)
Áki Egilsnes, EHV AUE (TÝS)
Pauli Mittún, H71
Peter Krogh, H71
Filip Jojic, VÍF