- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svimjarar tiknir út til norðurlendsku meistarastevnuna
Ellivu føroyskir svimjarar eru tiknir út til norðurlendsku meistarastevnuna fyri juniorar og seniorar, sum verður í Upplands Väsby í Svøríki hin 3. til 5. desember.
Tað hevur starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya gjørt av.
Seniorarnir, sum skulu avstað, eru Alisa Vestergård (2003, Susvim), Eyðrið Mortensen (2002 HS), Ronja Ró í Dímun (2004, HS), Vár E. Eidesgaard (2001, HS), Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) og Johan Nónskarð Dam (2002, HS)
Juniorarnir, sum skulu kappast eru Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS), Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS), Lea Osberg Højsted (2008, Ægir), Róa Trygvadóttir (2008, Ægir) og Heini Mohr Askham (2006, Ægir).
Hesir svimjararnir hava antin klára kravtíðirnar ella fingið meir enn 600 FINA-stig síðan 1. september.