Koma neyvan ígjøgnum fyri jól

Koma neyvan ígjøgnum fyri jól
Arbeiðið í Sandoyartunlinum hevur verið seinkað, men nú er ferð aftur sett á arbeiðið
Ein gong hevur seinkað arbeiðnum í Sandoyartunlinum, og nú er ósannlíkt, at komið verður ígjøgnum fyri jól.
 
17.11.2021 - 08:41

Nú eru bert 517 metrar eftir at bora í Sandoyartunlinum.

Í síðstu viku vóru boraðir 79 metrar, eftir at boritoymini rendu seg í eina gong fyrst í mánaðinum.

Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sigur, at ferð er komin aftur á arbeiðið, nú komið fram við gongini, sum hevur seinkað arbeiðinum.

Gongin, ein gjógv, sum gongur tvørtur um tunnilin, seinkaði arbeiðinum. Tí var borað styttri fyri hvørja spreinging, og tunnilin mátti tettast so hvørt.

Nú arbeiðið hevur gingið seinni í nakrar vikur, er ósannlíkt, at borað verður ígjøgnum fyri jól, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109