- Tíðindi, mentan og ítróttur
FM í svimjing í sjónvarpinum
Um vikuskiftið verður skipað fyri føroyameistara- og junior-meistarakapping í svimjing.
Kappingin er í Gundadalshøllini í Havn, og hon byrjar í dag.
Koronutilmælið um, at í mesta 50 fólk kunnu savnast, ger, at eingir áskoðarar sleppa til kappingarnar.
FM-finalurnar verða avgreiddar sum vant, men við minst møguligari manning.
Hetta merkir millum annað, at bara svimjarar, sum hava svomið seg í finaluna, sleppa til finalupartin.
Svimjifeløgini sleppa at hava eitt fólk í part í høllini til sínar svimjarar.
Øll onnur mugu vera góðkendur partur av dómara- og hjálparfólkahópinum hjá Svimjisambandinum fyri at kunna vera í høllini.
Dómaraborðið verður við avskerming og frástøðu frá hinum í høllinum, og stroymitoymið og kringvarpsmanningin hava egna inngongd.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá FM í svimjing í dag og í morgin, báðar dagar frá kl. 17 til 19.
Í útvarpstíðindunum á middegi verður samrøða við Rók í Jákupsstovu, formann í Svimjisambandinum.