Stígur komin í boringina í Sandoyartunlinum

Stígur komin í boringina í Sandoyartunlinum
Borurin rakti við eina gong, sum skal fyllast við betongi, áðrenn borast kann víðari
Bara tveir metrar eru boraðir Steymoyarmegin í Sandoyartunlinum seinasta tvær vikurnar.
 
08.11.2021 - 09:01

Bara tveir metrar eru boraðir Steymoyarmegin í Sandoyartunlinum seinasta tvær vikurnar.

25.oktober vóru skrásettir 17 metrar fyri vikuna frammanundan, og eisini tað er lítið sammett við aðrar vikur.

Men um ta tíðina rakti borimaskinan við eina gong, sum skal fyllast við betongi, áðrenn borast kann víðari.

Seinasta mánadag, 1.november, var eingin metur skrásettur. Men í morgun eru tveir metrar skrivaðir.   

600 metrar eftir at bora

Í fyrstani verða boraðir tveir metrar í senn í staðin fyri seks fyri at vita, um nóg nógv betong er brúkt.

Sandoyarmegin eru 46 metrar skrásettir í morgun og 45 seinasta mánadag.

Nú eru 10 kilometrar og 190 metrar boraðir, so bara stívliga 600 metrar eru eftir, so er opið millum Streymoynna og Sandoynna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109