Umhvørvisstovan skal gjalda Sunda kommunu 61.000 kr.

Umhvørvisstovan skal gjalda Sunda kommunu 61.000 kr.
Stríðsmálið snúði seg um matrikulmál, har Sunda kommuna helt Umhvørvisstovuna krevja ov nógv fyri eitt øki
Sunda kommuna vann trætumál við Ummhvørvisstovuna um matrikul
Mynd: savnsmynd  
 
01.07.2021 - 10:02

Sunda kommuna skal gjalda Umhvørvisstovuni 72.568 kr. umframt rentu frá 25.januar 2016.

Hetta er nógv minni enn Føroya rættur segði.  

Men Umhvørvisstovan skal gjalda kommununi 61.000 kr. í sakarkostnaði.

Tað hevur Eystari landsrættur avgjørt.

 

Matrikulmál

Talan er um eitt matrikulmál.

Umhvørvisstovan vildi hava 1000 kr. fyri fermeturin, tá hon matrikuleraði eina útfylling í havnini í Hvalvík. 

Hon metti, at tað var marknaðarvirðið fyri økið. Og økið er 5,5 mió kr. vert, segði Umhvørvisstovan.  

Og matrikulgjaldið var so tvey prosent av virðinum.

 

Kravdi ov nógv

Men Sunda kommuna segði, at økið var verri enn so tað vert. Tað var bara tvær milliónir krónur vert.

Kommunan tapti tá í Føroya rætti. Sunda kommuna appelleraði til Landsrættin og vann har.

Landsrætturin gav kommununi viðhald í, at stykkið er bara tvær mió. kr. vert, og kostar tí 361 kr., ikki 1.000 kr., fyri fyri fermeturin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109