Ægir fór avstað við mest metali

Ægir fór avstað við mest metali
Ægir vann flest heiðursmerki, tá stóra Atlantic Cup-svimjikappingin var í langhylinum í Vági um vikuskiftið
Atlantic Cup var í Vági um vikuskiftið
Mynd: svimjing.com  
 
14.06.2021 - 13:21

Tað vórðu norðoyingarnir, sum fóru avstað við flest heiðursmerkjum, tá stóra svimjikappingin, Atlantic Cup, var í Páls Høll í Vági um vikuskiftið.

Ægir vann 14 gull, 18 silvur og 12 bronsuheiðursmerki. Næstflest vann Havnar Svimjifelag, sum vann 19 heiðursmerki tilsamans, og á triðja plássi var Susvim við 17, skrivar svimjing.com.

55 svimjarar úr fimm feløgum tóku lut í kappingini, har serliga tríggir svimjarar gjørdu vart við seg.

Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag átti besta avrik av øllum, tá ið hon við tíðini 30.81 sekund í 50 metra ryggsvimjing svam seg til 671 FINA stig.

Bartal E. Eidesgaard átti besta avrikið hjá monnum, tá ið hann við tíðini 54.40 í 100 metra frísvimjing svam seg til 641 FINA stig.

Lea Osberg Højsted úr Ægir svam undir kravtíðina til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, tá ið hon svam 1:18.44 í 100 metra bringusvimjing, har kravtíðin var 1:18.55.

NMU 2021 verður í Klaipeda í Litava hin 10. og 11. juli 2021, skrivar svimjing.com.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008