
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Isaac Herzog nýggjur forseti í Ísrael

Isaac Herzog úr arbeiðaraflokkinum er valdur til nýggjan forseta í Ísrael.
Tað skrivar AFP.
Hann tekur við eftir Reuven Rivlin.
Valið stóð millum Isaac Herzog og læraran, Miriam Peretz. Hevði Peretz vunnið, hevði hon verið fyrsti kvinnuligi forseti í Ísrael.
Tikin í eið 9. juli
Nýggi forsetin verður tikin í eið 9. juli.
Herzog hevur sitið í tjóðartinginum síðani 2003, og var ráðharri 2005 til 2011, m.a. í stjórnini hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.
Isaac Herzog er fyrsti forseti í landinum, hvørs pápi eisini hevur verið forseti.
Pápi hansara, Chaim Herzog, var forseti frá 1983 til 1993.
Miriam Peretz stillaði eisini upp til forsetavalið í Ísrael, men hon tapti.