- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er samband aftur millum partarnar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20200810_korona_utsetir_upplating_0013.jpg?itok=EkOgD1eD)
Samband er nú aftur millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Føroya Pedagogfelag, eftir at Pedagogfelagið fríggjadagin í farnu viku vrakaði semingsuppsskotið frá Semingsstovninum.
- Seinnapartin í gjár fingu vit skriv frá Føroya Pedagogfelag. Nú fara vit at viðgera tað, og taka síðani støðu til, hvat skal henda, sigur Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Hon vil tó ikki at upplýsa, hvat stendur í skrivinum frá Pedagogfelagnum.
Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa samband við Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum, fyri at spyrja um, hvat stendur í skrivinum.
Einki samband hevur annars verið millum partarnar síðan semingsuppskotið varð vrakað fríggjadagin.