- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri í finaluna
Sverri Sandberg Nielsen endaði fyrrapartin í 2. plássi í hálvfinaluni í rógving í einskullara í World Cup II kappingini í Sveis.
Hann hevur sostatt róð seg í finaluna, sum verður í morgin.
Miðvingurin legði seg fremst beinanvegin, men týski kappingarneytin, Olivier Ziedler, tók leiðsluna, tá 500 metrar vóru eftir á mál og vann við tíðini 7.09.09, meðan Sverri Sandberg Nielsen kom á mál umleið eitt sekund seinni við tíðini 7.10.17.
Írin, Daire Lynch, endaði á triðja plássi og skal eisini í finaluna. Kjetil Borch, Mindaugas Griskonis og Saulius Ritter róðu seg í finaluna úr hinari hálvfinaluni.
World Cup II stevnan er seinasta kappingin hjá Sverra Sandberg Nielsen undan Olympisku leikunum í Tokio, sum verða í summar.