Ísrael og Hamas avtalað vápnahvíld

Ísrael og Hamas avtalað vápnahvíld
Egyptaland fekk semjuna í lag og skal hava eftirlit við, at hon verður hildin
232 palestinar og 12 ísraelar hava latið lív í stríðnum millum Ísrael og Hamas seinastu dagarnar
 
21.05.2021 - 09:03

Trygdarráðið hjá ísraelsku stjórnini hevur góðkent eina avtalu um vápnahvíld í Gaza.

Tað váttaði ísraelska stjórnin í gjárkvøldið, skrivar Reuters.

Vápnahvíldin, sum varð sett í verk í nátt, er gjørd í "semju og uttan fyrivarni", og varð einmælt samtykt, ljóðar í eini fráboðan.

Hamas-rørslan, sum hevur valdið í Gaza, og bólkurin, Islamistiskt Jihad, vátta upplýsingarnar.

Egyptar semingsmenn

Egyptaland hevur fingið semjuna í lag millum Ísrael og Hamas, og tað verður eisini Egyptaland, sum skal hava eftirlit við, at avtalan verður hildin.

Forsætisráðharrin, Benjamin Nethanyau, umrøddi í gjárkvøldið avtaluna um vápnahvíld við trygdarráðið.

Síðani mánadagin í farnu viku hevur Ísrael framt hundraðtals álop á Gaza.

Samstundis hava stríðshugaðir palestinar í Gaza skotið meira enn 4.000 rakettir inn í Ísrael.

232 fólk hava latið lív í Gaza, teirra millum 65 børn og 39 kvinnur, siga palestinsku myndugleikarnir

Herurin í Ísrael sigur, at í minsta lagi 160 stríðsfólk eru dripin. Í Ísrael eru 12 fólk deyð, teirra millum tvey børn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535