- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freistin flutt til mánadagin
Freistin flutt til mánadagin
Fámjinstunnilin er mettur at kosta 170 milliónir krónur sambært nýggjastu kostnaðarmetingini
14.05.2021 - 08:42
Freistin hjá teimum, sum vilja sleppa at gera bergholið til Fámjins, er flutt til mánadagin.
Freistin var annars í gjár, Kristi himmalsferðardag, men Landsverk flutti freistina.
Landsverk bað fyri trimum vikum síðani fyritøkur, sum vilja bjóða upp á bergholið, um at søkja um undangóðkenning.
170 mió. kr.
Fámjinstunnilin er mettur at kosta 170 milliónir krónur sambært nýggjastu kostnaðarmetingini.
Ætlanin er at bjóða arbeiðið at gera bergholið út seinni í ár og byrja arbeiðið seint í 2021.
Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2023-2024.
Bergholið verður góðar 1.200 metrar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. desember
LEITISSTEIN 17.12.2024 (Alternativur jólatónleikur 2024 v/Eileri Sørensen)
185259
Nýggjastu sendingar í SV