- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verða samráðingarnar tiknar uppaftur
Nú verða samráðingarnar tiknar uppaftur
Størri bjartskygni er nú í samfelagum, og felagið krevur, at arbeiðsgevararnir hava hetta í huga, nú samráðingar verða aftur, sigur Pedagogfelagið

Jógvan Philbrow er formaður í Føroya Pedagogfelag
03.05.2021 - 09:21
Í morgin byrja samráðingarnar aftur millum Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Pedagogfelagið kom við sínum sáttmálakrøvum í september í fjør.
Felagið sigur, at størri bjartskygni er nú í samfelagum, og felagið væntar og krevur, at arbeiðsgevararnir hava hetta í huga, nú samráðingar verða aftur.
Pedagogfelagið nevnir eisini frágreiðingina hjá Búðskaparráðnum um fleiri starvsfólk á umsorganarøkinum og betri arbeiðsumstøður fyri at lokka fólk til økið.
Eingin samráðingarfundur hevur verið síðani í november.
Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober i fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV