SEV 50 milliónir í avlopi í fjør

SEV 50 milliónir í avlopi í fjør
Úrslitið er í lakara lagi, men leiðslan er nøgd, stendur í roknskapinum
Oljunýtslan hjá SEV í fjør var tann mesta í einum ári, bæði í nøgd og kostnaði. SEV keypti olju í fjør fyri 165 mió. kr.
 
23.04.2021 - 15:58

SEV hevði slakar 50 milliónir kr. í avlopi eftir skatt í fjør. Úrslitið er í lakara lagi samanborið við virksemi felagsins, men nøktandi, tá ið hugsað verður um avbjóðingarnar við koronufarsóttini, stendur í ársroknskapinum hjá orkufelagsskapinum. 

Har stendur eisini, at leiðslan er nøgd við úrslitið.

Í 2021 verður mett, at SEV fer at hava 50,6 milliónir kr. í avlopi eftir skatt. 

Endurfígging av stórum parti av verandi fígging og nýggj fígging til m.a. nýggju pumpuskipanina skal útvegast sum skjótast, og miðað verður eftir at fáa hetta avgreitt í seinasta lagi við ársenda í ár, sigur SEV.

Keyptu olju fyri 165 mió. kr.

Oljan er framhaldandi ein stór útreiðsla hja SEV, og oljuútreiðslurnar í 2020 komu upp á 165 mió. kr. Hetta er mesta oljunýtslan í einum ári hjá SEV, bæði í nøgd og kostnaði.

Í fjør var framleiðslan av grønari orku 38,7 prosent. Oljan stóð fyri 61,3%.

Av grønu orkuni var vatnorkan 26,7%, vindorkan 11,6%, biogass 0,3% og sólorkan 0,04%.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071