SEV kærir vindorkuútboð hjá Umhvørvisstovuni

SEV kærir vindorkuútboð hjá Umhvørvisstovuni
El-skipanin kemur undir óneyðuga stórt trýst, sigur SEV
Ein triðja vindmyllulund í sama øki nú, fer at seta el-skipanina undir óneyðuga stórt trýst, sigur SEV
 
26.03.2021 - 11:23

SEV hevur kært avgerðina hjá Umhvørvisstovuni um at lýsa nýtt vindorkuútboð í Hoyvíkshaganum til Vinnukærunevndina. 

SEV vísir á, at á økinum er ein vindmyllulund frammanundan, og ætlanir eru eisini um eina lund aftrat.

Ein triðja vindmyllulund í sama øki nú, fer at seta el-skipanina undir óneyðuga stórt trýst, sigur SEV.

Einki úrslit

SEV sigur seg hava  gjørt vart við vansarnar hjá Umhørvisstovuni, og hevur eisini biðið um Umhvørvisstovuna um  at taka útboðið aftur, men uttan úrslit.  

Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, sigur á heimasíðuni hjá SEV, at SEV hevur ábyrgdina av góðskuni og trygdini í elveitingini til føroyska samfelagið. 

- Umhvørvisstovan hevur við avgerð síni sett trygd og góðsku til viks, hóast tey eiga at vita betur. Tí kenna vit okkum tíverri noydd til at kæra, sigur Kári Johansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109