Netanyahu noktar seg sekan

Netanyahu noktar seg sekan
Revsimálið móti ísraelska forsætisráðharranum er tikið uppaftur seks vikur fyri valið
Rættarmálið móti Netanyahu er tikið uppaftur fáa vikur fyri valið í Ísrael, sum verður 23. mars
 
08.02.2021 - 13:58

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, noktar seg sekan í mutri. 

Revsimálið móti Netanyahu er tikið uppaftur seks vikur fyri, at veljararnir enn einaferð skulu á val um framtíð hansara.

Strong trygdartiltøk eru uttan fyri rættin í Jerusalem í dag, og innanfyri endurtók Benjamin Netanyahu, sum so ofta fyrr, at hann er ósekur í ákærunum um svik, mutur og fals.

Rættarmálið byrjaði í mai í fjør, men varð útsett orsakað av koronufarsóttini.

Stutt millum rættarfundirnar

Nú er rættarmálið tikið uppaftur, og nú verður styttri millum rættarfundirnar. Tað hevur samband við, at fyri fjórðu ferð í tvey ár verður val í Ísrael. Valið verður 23. mars.

Tað ber í sær, at 71 ára gamli Netanyahu møguliga skal møta í rættinum fleiri ferðir um vikuna, samstundis sum hann skal royna at sannføra veljaran um at hava álit á sær.

Tá Netanyahu seinast var í rættinum, tað vae fyri níggju mánaðum síðani, hevði hann júst vunnið valið, og hevði skipað samgongustjórn saman við politiska kappingarneyta sínum, Benny Gantz. 

Men skoypiliga samstarvið vardi stutt, og í desember endaði tað.

Tað er ógreitt, um rættarmálið fer at ávirka møguleikarnar hjá Netanyahu at verða afturvaldur.

Í rættinum í dag skal Netanyahu verja seg. Og síðani verða avhoyringar og prógv løgd fram.

Trý mál

Revsimálið móti Netanyahu er grundað á trý ymisk mál. 

Álvarsligasta ákæran er, at Netanyahu hevur samráðst við Shaul Elovitch frá telerisanum, Bezeq, fyri at fáa jaliga umrøðu í miðlinum hjá honum, afturfyri at telerisin fekk ávísar fyrimunir.

Netanyahu er eisini ákærdur fyri at hava gjørt avtalu við Arnon Mozes, sum eigur dagblaðið, Yedioth Ahronoth. Afturfyri jaliga umrøðu í blaðnum, skal Netanyahu, sambært ákæruni, hava lovað Mozes lóggávu, sum hevur til endamáls at avmarka rásarúmið hjá øðrum bløðum.

Og seinasta málið er, at Netanyahu og kona hansara, Sara, hava tikið ímóti gávum fyri góðar 1,8 milliónir krónur frá Hollywood-framleiðaranum, Arnon Milchan, og kasino-milliardinginum, James Packer. Talan er um sjampanju, sigarir og prýðislutir.

Afturfyri skuldi í hvussu er Milchan fáa politiskar tænastur,  m.a. hjálp til at fáa víðkað visum í USA. Í hesum føri er Netanyahu ákærdur fyri svik og fals.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. oktober
Vikuskiftið 18. okt. 2024
182282
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 18. oktober 2024
182272
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur mikudagur 16. oktober 2024
182269
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur hósdagur 17. oktober 2024
182254
Fríggjadag 18. oktober
Lesikrókurin 29 sep 2024
182253
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. oktober
Kom á val 01
182263
Fríggjadag 18. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182249
Fríggjadag 18. oktober
Veðrið
182278
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120