Ternan aftur í sigling fyri jól

Ternan aftur í sigling fyri jól
Avtalan við Strandferðsluna heldur, sigur stjórin á Klaksvíkar sleipistøð
Ternan stendur á sleipistøð í Klaksvík, har hon verður klassað. Hon verður klár at seta aftur í sigling 20. desember
 
30.11.2020 - 11:04

Strandfaraskipið Ternan, sum er til 40 ára klassing á Klaksvíkar sleipistøð, fer aftur at sigla til Nólsoyar fyri jól. 

Enn er einki komið undan kavi, sum vit ikki vistu skuldi gerast við skipið, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, og tí verður Ternan aftur sett í sigling til Nólsoyar 20. desember, sum ætlanin hevur verið.

Ternan fór á beding 20. oktober, og avtalan við Klaksvíkar sleipistøð, var, at arbeiðið skuldi taka níggju vikur.

Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, sigur, at avtalan hjá teimum við Strandferðsluna heldur, og at Ternan verður klár til tíðina.

Jósup skuldi røkja siglingina hjá Ternuni ta fyrstu tíðina, og síðani var ætlanin at nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, skuldi sigla til Nólsoyar.

Nýggj rampa

Erla Kongsdóttir bíðar framvegis eftir endaligu góðkenningini. Neyðugt er at gera eina nýggja rampu, so Erla Kongsdóttir kann leggja at í Nólsoy.

Tann rampan verður klár 20. desember, samstundis sum Ternan aftur fer í sigling um Nólsoyarfjørð, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Meðan Ternan er á sleipistøð, røkir Hasfjord farmasiglingina til Nólsoyar.

Tveir farmatúrar verða gjørdir um vikuna. Neyðugt er at tillaga fráferðina hjá Hasfjord eftir sjóvarfallinum og tí verða farmatúrar gjørdir um tað mundið tá hægsta flóð er.

Siglt verður av Gomlurætt og/ella Havnini til Nólsoyar og aftur, og ferðaætlanin fyri farmatúrar verður lýst viku fyri viku. Tey, ið vilja flyta farm við Hasfjord, kunnu seta seg í samband við  farmastøðina í Havn, upplýsir Strandferðslan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109