- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanskur njósnari flytur til Ísraels
Amerikanskur njósnari flytur til Ísraels
Jonathan Pollard njósnaðist fyri Ísrael í áttatiárunum

Jonathan Pollard, sum er jødi, fekk ísraelskan ríkisborgararætt í 1995
23.11.2020 - 10:03
66 ára gamli Jonathan Pollard, sum í 1985 varð fongslaður í USA fyri at hava njósnast til frama fyri Ísrael, sleppur nú til Ísraels at búseta seg.
Tað skrivar tíðindastovan, AFP.
Pollard starvaðist sum fregnartænastugreinari fyri amerikansku stjórnina í áttatiárunum, og tá útflýggjaði hann Ísrael nógv loynilig skjøl og upplýsingar.
Hann varð latin leysur í 2015, treytað av at hann skuldi verða verandi í USA í fimm ár.
Royndartíðin er av, og Pollard er nú latin leysur, sigur amerikanska løgmálaráðið.
Tá hann varð fongslaður í 1985, segði Jonathan Pollard, sum er jødi, at hann ætlaði sær at flyta til Ísraels.
Hann fekk ísraelskan ríkisborgararætt í 1995.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV