Korona: Løgtingsfólk skulu eisini halda tilmælini

bannari
Korona: Løgtingsfólk skulu eisini halda tilmælini
Tey skulu kannast, tá tey koma heimaftur, og hava negativt kanningarúrslit sætta dagin eftir heimkomu
Nýggju reglurnar eru galdandi fyri bæði landsstýris- og løgtingsfólk, í sambandi við arbeiði í tinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.11.2020 - 15:26

Krøvini til tingfólk og landsstýrisfólk verða nú herd, so tingið kann verða vart á besta hátt, nú COVID-19 herjar í londunum uttan um okkum. Tað hevur formansskapurin í løgtinginum gjørt av.

Tingfólk, landsstýrisfólk og onnur, sum hava verið uttanlands, og sum koma í løgtingið í sambandi við arbeiði har, skulu hava eitt negativt kanningarúrslit, tá tey koma heimaftur, og eitt negativt úrslit sætta dagin eftir heimkomu.

Hetta er ein ófrávíkilig treyt fyri at kunna møta í løgtinginum, sigur formansskapurin.

Nevndarlimir fáa undantak

Áhoyrarar hava framvegis ikki atgongd til tingfundirnar, men kunnu fylgja orðaskiftunum í sjónvarpi, útvarpi ella á heimasíðuni hjá løgtinginum.

Í sambandi við nevndarfundir verður gjørd tann undantaksregla, at nevndarlimir, sum orsakað av hesum forboði ella kravt sóttaruppihald, ikki kunnu møta á nevndarfundi, kunnu vera á fundinum í telefon ella á netinum.

Hetta skal í hvørjum einstøkum føri avtalast við nevndarformannin og umsitingina frammanundan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Norðurljóð 3.mars 2025
188433
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389