Ternan til klassingar í dag

Ternan til klassingar í dag
Arbeiðið verður gjørt á Klaksvíkar sleopistøð, og tað fer at taka níggju vikur
Ternan fer nú til 40 ára klassing
 
20.10.2020 - 09:03

Í dag fer Ternan á sleipistøð til 40 ára klassing.

Klaksvíkar sleipistøð, KSS, hevur fingið arbeiðið at klassa Ternuna. 

Mett verður, at arbeiðið fer at taka níggju vikur.

Ternan fer í sigling aftur á nólsoyarleiðini fyri jól.

Ternan hevur siglt  teir fyrstu túrarnar í morgun.

Síðani tekur Jósup við, og hann siglir eftir ferðaætlanini hjá Ternuni.  

Tá tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er komin til Føroya, væntandi um mánaðarskiftið, og royndartúrar eru gjørdir her, fer hon at sigla um Nólsoyarfjørð. 

Hasfjord ger tveir farmatúrar um vikuna til Nólsoyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109