Rindar sjálv fyri at fáa arbeiðið liðugt

Rindar sjálv fyri at fáa arbeiðið liðugt
Havnin kann ikki standa í hálvum gekki, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri í Havn
Dettifoss royndi nýggju havnina í Havn leygardagin. Nú er avgjørt, at Tórshavnar rindar sjálv arbeiðið, sum er eftir at gera
Mynd: Faroe Ship  
 
29.09.2020 - 12:51

Havnarútbyggingin í Havn verður nú gjørd liðug. 

Havnin fíggjar sjálv arbeiðið, sum skal vera liðugt til várs, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri.

Tørvurin á havnarplássi er stórur, og tí er so smátt farið undir at lata skip royna nýggju havnina. M.a. var eitt av nýggju skipunum hjá Eimskip og royndi nýggju havnina leygardagin, og tað gekst væl, sigur havnarstjórin.

Upprunaliga var ætlanin, at fyrrri partur av útbyggingini, sum var Skansabryggjan, skuldi latast kommununi í oktober í fjør, og seinna helvtin, eystara havnarøkið, skuldi latast kommununi í mai í ár.

Nógvir trupulleikar hava verið við arbeiðinum. M.a. vóru trupulleikar við boltunum, sum skulu halda bryggjuni upp á pláss. Fyrst bognaðu teir, og síðani slitnaðu nógvir boltar.

Ósemja um gjaldið

Semja er ikki um, hvør skal rinda fyri arbeiðið, sum neyðugt er at gera aftrat, og ein meting skal gerast av arbeiðinum.

Tað dregur út, men havnin kann ikki standa í hálvum gekki, og tí hevur leiðslan gjørt av í fyrstu atløgu at rinda útreiðslurnar av arbeiðinum, sum skal vera liðugt til várs.

Av tí at nógvar broytingar skulu gerast, verður arbeiðið munandi dýrari, enn ætlanin var.

Býráðið játtaði 465 milliónir krónur til ætlanina í 2016. 

Tann prísurin heldur ikki, men hvussu nógv havnarútbyggingin fer at kosta aftrat, er vónleyst at siga nakað um, sigur havnarstjórin, men at talan kann gerast um einar 500 milliónir kr, er ikki óvist, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109