- Tíðindi, mentan og ítróttur
Træta um Tekniska skúla í Klaksvík fyri gerðarrætt
Træta um Tekniska skúla í Klaksvík fyri gerðarrætt
Landsverk krevur at fáa 1,6 mió. kr. frá høvuðsráðgevanum, tá skúlin varð útbygdur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-01-28-10h39m03s905.png?itok=d80uCTbB)
Landið hevur goldið góðar 38 mió. kr. fyri útbyggingina av Tekniska skúla í Klaksvík, men Landsverk krevur at fáa 1,6 mió. kr. aftur
10.09.2020 - 10:52
Ein gerðarrættur skal gera av, um Landsverk skal hava 1,6 mio. kr. frá høvuðsráðgevanum, tá Tekniski skúli í Klaksvík varð útbygdur.
Sambært landsroknskapinum kostaði skúlin 36,6 mió.kr. Men landið hevur goldið 38,2 mió.kr. fyri útbyggingina.
Slakar 37,2 mió.kr. eru játtaðar í fíggjarlógum og eykajáttanarlóg.
Munurin millum 36,6 og 38,2 mió. kr. stendst av, at Landsverk í 2016 sendi høvuðsráðgevanum ein faktura, 1,6 mió.kr., har Landsverk vísti á, at feilir hjá ráðgevanum gjørdu, at aðrar arbeiðstøkur vórðu vorðnar dýrari.
Trætan um tær 1,6 milliónirnar er nú latin gerðarrætti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV