Landsverk sigur átta fólkum úr starvi

Landsverk sigur átta fólkum úr starvi
Meira peningur skal brúkast kjarnuvirksemið hjá stovninum. 10 milliónir kr. verða fluttar frá umsitingini
Bygnaðurin verður broyttur á Landsverki, og størri dentur verður lagdur á kjarnuvirksemið hjá stovninum
 
10.06.2020 - 13:35

Landsverk sigur átta fólkum úr starvi, boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi.

Bygnaðarbroytingar hava við sær, at 10 milliónir krónur verða fluttar frá umsitng til sjónligt kjarnuvirksemi hjá stovninum, og avleiðingin er, at starvsfólkahópurin minkar við 12 fólkum. Av hesum verða átta fólkl søgd úr starvi.

Í fjørsummar bað landsstýrismaðurin í samferðslumálum um at fáa lýst og mett um virksemið hjá Landsverki. Partur av arbeiðssetninginum var at endurhugsa tilverugrundarlagi hjá stovninum.

Landsverk hevur í dag handað landsstýrismanninum í samferðslumálum frágreiðingina.

Ikki gjørt til fulnar

Leiðslan ásannar í frágreiðingini, at arbeiðið hevur ikki verið gjørt til fulnar í nøkrum av teimum stóru verkætlanunum, sum Landsverk hevur havt um hendi. 

Høvuðsátøkini, sum nú verða sett í verk, fevna um rasjonaliseringar og sparingar, at bøta um leiðsluna av stórum verkætlanum og at umraðfesta og skifta fokus á Landsverki.

Leiðslan sigur, at ójavni hevur verið í bygnaðinum.

Seinastu árini hevur verið ein øvut gongd, har lønarparturin er hækkaður, meðan minni er brúkt til landsvegakervið og viðlíkahald, sum er ein kjarnuuppgáva hjá Landsverki.

Les frágreiðingina frá Landsverki til landsstýrismannin her

100 mió. meira til landsvegakervið

- Vit hava í dag tikið fleiri torførar, men neyðugar avgerðir. Tað er okkara skylda at tryggja, at borgarans peningur verður nýttur so skynsamt sum gjørligt, og at so nógv sum møguligt verður nýtt at kjarnuvirkseminum hjá Landsverki, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landverki, í tíðindaskrivinum.

- Hesar raðfestingarnar hava við sær, at Landsverk eftir 10 árum kann brúka 100 milliónir krónur meira upp á landsvegakervið og bygningar við somu játtan. Tað fer borgarin at merkja, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landverki.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369