Landsverk skal viðgera innlitsumbøn av nýggjum

Landsverk skal viðgera innlitsumbøn av nýggjum
Borgari bað um innlit í frágreiðingar, hvørjum standi tunlarnir Norður um Fjall eru í, men fekk noktandi svar
Felagið Rambøll hevur gjørt tvær støðulýsingar av tunlunum Norður um Fjall
 
14.05.2020 - 14:54

Umboðsmaðurin biður Landsverk taka eitt mál um innlit í støðumetingar av tunlunum Norður um Fjall til viðgerðar av nýggjum.

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Landsverk vildi ikki lata innlit í støðumetingar av tunlunum, sum Landsverk hevði fingið frá uttanhýsis serfrøði.

Tvær frágreiðingar

Felagið Rambøll hevur gjørt tvær støðulýsingar fyri Landsverk um standin í tunlunum Norður um Fjall.

Ein borgari, sum sigur seg brúka tunlarnir dagliga, bað um innlit í støðulýsingarnar, men fekk noktandi svar.

Landsverk vísti í fyrsta lagi á, at skjølini vóru fingin til vega í sambandi við  fyrisitingarvirksemi hjá stovninum, og at skjølini tí ikki komu undir reglurnar um innlit sambært innlitslógini. Í øðrum lagi varð víst á, at talan var um innanhýsis skjøl.

Umboðsmaðurin er ikki samdur við avgerðina hjá Landsverki.

Skal viðgerast av nýggjum

Umboðsmaðurin staðfesti, at innlitslógin fevnir eisini um veruliga fyrisitingarvirksemið hjá Landsverki, og at talan ikki var um innanhýsis skjøl. 

Umboðsmaðurin heitir tí á Landsverk um at taka málið til nýggja viðgerð, og lata seg frætta, hvat víðari hendi við málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497