- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áskoðarar sleppa til ítrótt
Nú sleppa fólk aftur at hyggja at ítrótti undir skipaðum viðurskiftum.
Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi fyrrapartin.
- Kappróður, fótbóltsdystir og onnur ítróttartiltøk kunnu nú avgreiðast við áskoðarum, segði Bárður á Steig Nielsen.
- Men hetta skal sjálvandi gerast undir skipaðum viðurskiftum, so smittuvandin er so lítil, sum til ber.
Sersambondini hava ábyrgdina av, hvussu hetta verður skipa í samráði við koronaráðgevingina.
Fyrsta umfar í bestu fótbóltsdeildini við monnum varð avgreitt farna vikuskifti, men tað var fyri tómum áskoðaraplássum.
Men nú verður aftur møguligt at fara at hyggja at ítrótti, og longu í komandi umfari sleppa fólk til fótbólt í Betrideildini við monnum, skrivar Bolt.fo á Facebook.