- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skógrøktin skal hava nýggjan leiðara
Skógrøktin skal hava nýggjan leiðara
Michael K. Jacobæus, sum hevur verið leiðari síðani august 2017, hevur sagt upp, og er givin
19.03.2020 - 15:09
Skógrøkt søkir nú eftir einum fólki, einum leiðara, sum kann miðla royndirnar og vitanina, sum Skógrøkt gevur, so onnur eisini fáa gleði og gagn av teimum.
Leiðarin skal gera Skógrøkt sjónliga í almenna rúminum.
Hann skal eisini gera úrvalið av vørum, sum eru gjørdar í Føroyum, størri og økja áhugan fyri trøum og viðarlundum.
Leiðarin verður skrivari hjá Skógfriðingarnevndini.
Skógrøkt er staðsett á Gróðurstøðini í Hoydølum, men viðarlundirnar í landinum hoyra til arbeiðsøkið.
Umsóknarfrestin er til 15.apríl.
Nýggi leiðarin tekur við eftir Michael K. Jacobæus, sum bleiv settur í starvið í august 2017. Men hann hevur sagt upp, og er givin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV