- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mjølnir steypavinnari hjá monnum
Mjølnir steypavinnari hjá monnum
Veruligur spenningur kom ongantíð í mansfinaluna millum Mjølnir og SÍ, sum klaksvíkingar vunnu 3-0.
22.02.2020 - 18:04
Mjølnir kom sera væl frá byrjan í mansfinaluni. Móttøkuspælið hjá SÍ eydnaðist ikki, og tað gav teimum stórar trupulleikar í teimum báðum fyrstu settunum.
Sørvingar fótaðu sær tó í triðja setti og góvu klaksvíkingum skarpan gang.
Spenningurin í tí settinum helt sær allan vegin til seinasta bólt, tí tað var ikki fyrr enn støðan gjørdist 29-27, at Mjølnir hevði vunnið triðja sett og harvið steypafinaluna.
Settúrslitini í mansfinaluni vóru hesi: 25-15, 25-19 og 29-27.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV