- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boði Haraldsson leiðari á Virkisdeildini
Boði Haraldsson leiðari á Virkisdeildini
Landsverk hevur sett ein deildarleiðara aftrat

11.02.2020 - 10:44
Boði Haraldsson er settur í starv sum leiðari fyri Virkisdeildini hjá Landsverki.
Landsverk hevur framt bygnaðarligar broytingar, og í hesum sambandi skulu tríggir nýggir deildarleiðarar setast, - ein fíggjarleiðari, ein starvsfólkaleiðari og ein leiðari á virkisdeildini.
Boði Haraldson er 58 ára gamal, útbúgvin verkfrøðingur, og hevur drúgvar royndir sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu, áðrenn hann kom í starv sum rakstrarleiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki á heysti 2016.
Boði Haraldson tekur við starvinum beinanvegin sum leiðari á Virkisdeildini á Landsverki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV