Mjølnir og SÍ í báðum finalunum

Mjølnir og SÍ í báðum finalunum
Fýra spennandi hálvfinalur í flogbólti vóru í Klaksvík í gjár, sum klaksvíkingar og sørvingar vunnu
 
09.02.2020 - 09:40

Hálvfinalurnar í flogbólti vórðu leiktar í gjár í Klaksvík, og úrslitið varð, at tað verða Mjølnir og SÍ sum verða at síggja í bæði kvinnu- og mansfinalunum.

Hjá kvinnunum vann Mjølnir sær fyrsta finaluplássið við at vinna 3-0 á KÍF við settúrslitunum 25-21, 26-24 og 25-21. Hitt finaluplássið vann SÍ, tá tær bastu Drátti við úrsltinum 26-24, 25-19, 23-25 og 25-20.

Hjá monnunum vann SÍ sær fyrsta finaluplássið við at vinna 3-2 móti Fleyr við úrslitunum 25-23, 19-25, 23-25, 25-23 og 15-11. Hitt finaluplássið fór til  Mjølnir, sum vann 3-1 móti ÍF við settúrslitunum 23-25, 25-18, 25-22 og 25-22.

Tannn stóri finaludagurin verður í Høllini á Hálsi 22. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. apríl
PLÁTUPANELIÐ #028 (1995)
190304
Leygardag 5. apríl
14. Jambalaja
190302
Leygardag 5. apríl
Upp á tá - 040425
190297
Leygardag 5. apríl
Vikan 5. apríl 2025
190296
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275
Fríggjadag 4. apríl
KAKUMiKS (2:7)
190170
Fríggjadag 4. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190243
Hósdag 3. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190208