Mjølnir og SÍ í steypafinaluni

Mjølnir og SÍ í steypafinaluni
Finaluliðini í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum eru funnin
SÍ vann sína hálvfinalu ímóti Drátti, og tær skulu tí spæla steypafinalu móti Mjølnir 22. februar
Mynd: Niklas Joensen, Flogbóltssamband Føroya  
 
08.02.2020 - 17:09

Stóri hálvfinaludagurin í Klaksvík er nú komin í helvt, og greitt er, at Mjølnir og SÍ hittast í kvinnufinaluni.

Í fyrstu hálvfinaluni vann Mjølnir 3-0 á KÍF. Klaksvíkskvinnur vóru omaná so at siga allan dystin, men stórur spenningur kom í endanum á øðrum setti, tá KÍF var um at koppa Mjølnir.

Við leikandi venjara Alinku Adamenya og Sofíu P. Splidt á odda endurvann Mjølnir tó leiðsluna og endaði við at vinna dystin 3-0. 

Settúrslitin í dystinum vóru 25-21, 26-24 og 25-21.

Í hinari hálvfinaluni brustu vágaliðini SÍ og Dráttur saman. SÍ kom betri frá byrjan, og hóast liðini skiftust um at spæla betri gjøgnum tað mesta av dystinum, so megnaði Dráttur ikki veruliga at koma fyri seg, fyrr enn seint í triðja setti.

Tá gjørdu tær ein vørr og vunnu settið, soleiðis at liðini máttu spæla enn eitt sett.

Í fjórða setti megnaði Dráttur at endurskapa ein part av spenninginum frá triðja setti, men tað var ov seint, og endin var sostatt, at SÍ vann dystin og harvið finaluplássið. 

Settúrslitini í dystinum vóru: 26-24, 25-19, 23-25 og 25-20.

 

Sostatt skulu Mjølnir og SÍ spæla steypafinalu á stóra finaludegnum 22.februar. 

Komandi løtuna verða finaluliðini hjá monnum funnin. Í fyrru hálvfinalu spæla Fleyr og SÍ, og aftaná bresta Mjølnir og ÍF saman um hitt finaluplássið. 

Hálvfinalurnar kunnu stroymast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. apríl
PLÁTUPANELIÐ #028 (1995)
190304
Leygardag 5. apríl
14. Jambalaja
190302
Leygardag 5. apríl
Upp á tá - 040425
190297
Leygardag 5. apríl
Vikan 5. apríl 2025
190296
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275
Fríggjadag 4. apríl
KAKUMiKS (2:7)
190170
Fríggjadag 4. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190243
Hósdag 3. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190208