- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur fíggjarleiðari á Landsverki
Nýggjur fíggjarleiðari á Landsverki
Róaldur Jákupsson tekur við starvinum sum fíggjarleiðari á Landsverki 2. mars

Róaldur Jákupsson er nýggjur fíggjarleiðari á Landsverki
03.02.2020 - 13:53
Róaldur Jákupsson er 45 ára gamal, útbúgvin HD í uttanríkishandli frá CBS, og hevur tikið MBA á Århus Universiteti. Harumframt hevur hann lokið ymisk leiðslufak á akademistigi.
Nýggi fíggjarleiðarin á Landsverki hevur fyrr starvast sum fíggjarfrøðingur á Landsverki í seks ár, áðrenn hann fór í starv sum fíggjarleiðari, kt-leiðari og varastjóri á Strandfaraskipum Landsins, har hann hevur starvast seinastu umleið fýra árini.
Róaldur Jákupsson tekur við starvinum sum fíggjarleiðari á Landsverki 2. mars. Landsverk hevur gjørt broytingar í bygnaðinum, og í næstum verða eisini sett ein starvsfólkaleiðari og leiðari fyri Virkisdeildina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV