- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta ítróttagreinar fingið úrvalsstuðul
Svimjisamband Føroya fær samanlagt 569.400 krónur til fýra einstakar svimjarar og eitt lið við yngri úrvalssvimjarum. Harumframt eru lutfalsliga stórar upphæddir eisini latnar landsliðum í flogbólti, hondbólti og fimleiki.
Á listanum síggjast hesaferð fleiri nøvn og lið, sum ikki hava fingið úrvalsstuðul fyrr. Millum teirra eru fimleikarin Rani Allanson Dalsgarð og taekwondoíðkarin Høgni Kunoy Dávason, sum báðir fáa 150.000 krónur í part, og rennarin Rebekka Fuglø, sum fær 80.000 krónur.
Úrvalsstuðulin 2020 er býttur soleiðis:
Flogbóltssamband Føroya, kr. 200.000
U17 dreingir, kr. 100.000
U17 gentur, kr. 100.000
Føroya fimleikasamband, kr. 245.000
Rani Allanson Dalsgarð, kr. 150.000
Manslandsliðið í amboðsfimleiki, kr. 95.000
Frælsur ítróttur Føroya, kr. 130.000
Rebekka Fuglø, kr. 80.000
Kastigentur, kr. 50.000
Hondbóltssamband Føroya, kr. 300.000
U02 menn, kr. 300.000
Parasport Føroyar, kr. 150.000
Hávard Vatnhamar, kr. 150.000
Svimjisamband Føroya, kr. 569.400
Signhild Joensen, kr. 150.000
Vár E. Eidesgaard, kr. 150.000
Rókur Trygvason, kr. 122.400
Róland Toftum, kr. 97.000
Yngri úrvalssvimjarar, kr. 50.000
Sersambandið fyri súkkling og triathlon, kr. 120.000
Torkil Veyhe, kr. 120.000
Taekwondosamband Føroya, kr. 150.000
Høgni Kunoy Dávason, kr. 150.000