Listaskúlin í Sandoy má bíða

Listaskúlin í Sandoy má bíða
Líkt er til, at Listaskúlin í Sandoy má bíða nøkur ár afturat
 
08.12.2019 - 10:30

Landsstýrið vil í eykajáttanarlógini strika 800.000 krónur av milliónini, sum varð játtað í ár. 

Pengarnir skulu ístaðin latast Ítróttarsambandi Føroya, sum skal lata pengarnar víðari til Hondbóltssamband Føroya, sum hevur havt eykaútreiðslur av hondbóltsdystunum hjá føroyska mansliðnum.

Hondbóltssambandið hevði fitt av óvæntaðum eykaútreiðslum í sambandi við, at heimadystirnir til undankappingina í EM 2020 vórðu spældir í Danmark, tí ongin høll er í Føroyum, sum lýkur krøvini hjá Evropeiska Hondbóltssambandinum.

Listaskúlin í Sandoynni hevur verið nevndur í fíggjarlógum líka síðani 2003. Men enn er eingin spaki settir í nakra jørð í oynni til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981

Meira um sama evni