- Tíðindi, mentan og ítróttur
5000 fólk í Gundadali í dag
Í dag vænta tey nógv fólk í Gundadali, tá ið B36 og KÍ hittast til FM finaluna í bestu mansdeildini. Jákup Mørk, formaður í B36 sigur við útvarpið, at mangt bendir á, at tað verða okkurt um 5000 fólk, sum hittast í Gundadali í dag. Jákup Mørk greiðir frá, at atgongumerki hava verið seld eitt nú í Klaksvík, og har vórðu øll atgongumerkini seld eftir stuttari løtu.
B36 hevur fingið samarittar og eyka trygdarfólk til dystin í dag, og heitir hann á fólk um at vísa vit og skil til dystin. Reglugerðir eru settar í verk fyri, hvussu áskoðarar skulu bera seg at, tá ið tey skulu inn til dystin. B36 skrivar á heimasíðuni, at felagið hevur í samráð við Tórshavnar kommunu gjørt av at skipa stadionøkið betur enn vanligt. Á kortinum omanfyri ber til at síggja, hvørji øki eru sett av til hvørjar fjepparar og hvørjar inngongdir kunnu nýtast í dag. Samstundis eru ávísar inngongdir til áskoðarar, sum hava keypt atgongumerki í forsølu.
Samstundis boða bæði feløgini frá, at trygdin má ikki koma í vanda orsaka av royki ella fýrverki, og tí verður heitt á áskoðararnar, um at ikki nýta roykbluss ella fýrverk undir dystinum. Eftir dystin ber til at skjóta fýrverk á frámerktum øki.
Tað er klokkan 15.00 í dag, at dysturin millum B36 og KÍ byrjar. Útvarpið hjá Kringvarpinum byrjar at senda fótbólt eftir tíðindini klokkan 12.20.