Hava fjalt seg í kjallara í 10 ár

Hava fjalt seg í kjallara í 10 ár
Løgreglan í Niðurlondum kannar eitt løgið mál um eina familju, sum hevur fjalt seg í einum kjallara Ruinerwold í har norðuri í landinum
 
16.10.2019 - 13:11

- Tað er ógreitt, um tey vóru har av egnum vilja. Hesi seks fólkini hava hildið til á bústaðinum síðani 2010, skrivar løgreglan í Drenthe-økinum í fráboðan. Tað var elsti sonurin í familjuni, sum vendi sær til løgregluna, tí hann stúrdi fyri umstøðunum hjá familju síni. 

Løgreglan sigur, at seks persónar vóru funnir í einum kjallar, har "kjallari ikki skuldi vera". Sambært løgregluni er talan um ein pápa og fimm børn, sum er millum 18 og 25 ára gomul, skrivar fjølmiðlar.

Teir seks persónarnir eru eftir øllum at døma ikki í nøkrum kommunalum yvirliti yvir borgarar ella íbúgvar. 

Løgreglan hevur handtikið ein 58 ára gamlan mann, sum leigar húsini. Tað er ikki greitt, hvat tilknýti hann hevur við familjuna í kjallaranum, men hann er ikki pápi børnini, sigur borgarstjórin í Ruinerwold.

Niðurlendskir fjølmiðlar søgdu ígjár, at familjan var sera gudrøkin, og bíðaði í kjallaranum eftir heimins enda. 

Niðurlendskir fjølmiðlar hava tosað við fleiri grannar, og allir siga, at tey ongantíð hava sæð onnur fólk á ognini enn 58 ára gamla mannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371