- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólógligar facebooklýsingar í valstríðnum
DR hevur kannað lýsingar á Facebook hjá teimum báðum donsku valevnunum til forsætisráðharrasessin undan fólkatingsvalinum, sum verður 5. juni.
Serfrøðingarnir siga, at dáturnar, sum gera tað møguligt at eyðmerkja, hvørjir veljarar skulu síggja lýsingarnar, eru savnaðar ólógliga, og at dáturnar tí eru ólógligar at brúka.
Facebook hevur greinað, hvørjar flokkar meira enn ein millión danskir veljarar hava áhuga í út frá atburðinum á sosiala miðlinum.
Privatar upplýsingar misnýttar
Tað eru hesar dáturnar, sum Vinstriflokkurin og Sosialdemokratarnir brúka í sínum lýsingarherferðum fyri teirra valevnum til forsætisráðharrasessin.
Talan er um privatar upplýsingar, sum flokkarnir brúka uttan samtykki frá brúkarunum, sigur Sten Schaumburg-Müller, sum er professari í KT á Syddansk Universiteti.
– Tá lýsarar brúka persónsdátur til at senda til útvald fólk, so gera teir tað eftir mínari meting ólógliga, tí teir hava ikki biðið um samtykki.
Dátueftirlitið kanska upp í málið
Somu fatan hevur professari í KT- og miðlarætti á Aalborg Univesiteti, Søren Sandfeld Jakobsen, eins og Ayo Næsborg-Andersen, lektari í persónsdáturætti á Syddansk Universiteti.
Danska Dátueftirlitið umhugsar nú at taka málið til viðgerðar.
– Sum útgangsstøði er jú bann fyri at brúka hesar upplýsingarnar, sigur Allan Frank, KT-trygdarserfrøðingur og løgfrøðingur á Dátueftirlitinum við Danmarks Radio.