- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyska ferðslulógin kanska brot á mannarættindi
Hósdagin í næstu viku fer Hægstirættur í Danmark at svara spurninginum, um føroyska ferðslulógin er brot á mannarættindini.
Eitt mál um hetta var í Hægstarætti í gjár.
Ferðslulógin í Føroyum áleggur fólki at boða politinum frá ferðsluóhappi.
Men tað ber ikki til at áleggja fólki at melda seg sjálv til politiið, tí eingin hevur skyldu til at melda seg sjálvan fyri brotsverk.
- Tað er at bróta mannarættindini, sigur Christian Andreassen, advokatur, sum var í Hægstarætti í gjár.
Fráboðanarskyldan
Í ferðslulógini stendur, at hvør tann, sum sekur ella ósekur kemur upp í ella annars verður fyri ferðsluóhappi, hevur skyldu til beinan vegin at boða løgregluni frá ferðsluóhappinum
Christian Andreassen er verji hjá einum manni, sum er dømdur fyri rúsdrekkakoyring í Føroya rætti og í Eystara landsrætti.
Hann var í einum ferðsluóhappi, boðaði ikki frá, men varð tikin innan fyri seks tímar eftir óhappið.
Tá var hann ávirkaður, men hann sigur, at hann var edrúur, tá hann koyrdi.
Men seks tíma reglan, sum kom í 1981, sigur, at er bilførari ávirkaður, tá hann verður tikin innan fyri seks tímar eftir ferðsluóhapp, hevur bilførarin eisini verið ávirkaður, tá hann koyrdi.
Hendan reglan er ikki galdandi í Danmark, og nógv kjak var um hana, tá hon kom í Føroyum á sinni.