- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjar lógir um PET og politiið á veg í Føroyum
Lógir um PET, Politiets efterretningstjenste, og ein lóg um virkið hjá politinum í Føroyum eru á veg.
Tær eru til hoyringar í løtuni.
Endamálið við lógaruppskotinum um PET er at fáa eina nýggja og tíðarhóskandi lóggávu um virksemið hjá PET í Føroyum.
Eitt serstakt eftirlit skal ansa eftir, hvussu PET viðger upplýsingar um fólk.
Nýggja lógin skal tryggja, at PET ikki, uttan at hava viðkomandi og sakliga orsøk til tess, savnar, skrásetir ella á annan hátt viðger upplýsingar um fólk, millum annað um teirra politiska virksemi.
Lógin skal verja rættartrygdina hjá teimum, sum PET kannar.
Herumframt skal lógin tryggja opinleika um og eftirlit við PET.
Uppgávurnar hjá PET í Føroyum fara, eftir at nýggja lógin er sett í gildi, framvegis í høvuðsheitum at samsvara við tær uppgávur, sum PET frammanundan hevur í Føroyum, sigur Løgmansskrivstovan.
Virkið hjá politinum
Eitt annað lógaruppskot er um vanliga virksemið hjá politinum í Føroyum.
Tann lógin er millum annað um valdsnýtsluna hjá politinum.
Ætlanin er tó hvørki at avmarka ella víðka verandi inntrivsmøguleikar, sigur Løgmansskrivstovan.
Talan er um tvær danskar lógir, sum skulu setast í gildi í Føroyum við teimum tillaginum, sum føroysk viðurskifti krevja.
Lógin um PET er frá 2014. Politilógin er frá 2004.