- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ørur maður og harðskapur
Løgreglan fór á staðið og skuldi avhoyra vitni, men tey vóru øll so mikið ávirkað av rúsdrekka, at avgjørt var at bíða til í dag. Um midnáttarleitið tók løgreglan ein mann við sær á støðina at sova rúsin av sær.
Fólk boðaðu støðini frá, at ein maður um 50 ára aldur var illur í sær í miðbýnum í Havn. Tá løgreglan kom í býin var maðurin illur við øll. So ør fólk tekur løgreglan við sær á støðina, so tey ikki gera seg inn á onnur.
Maðurin verður, tá hann vaknar, skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar. Næstsíðstu nátt fóru nøkur herverk fram í miðbýnum. Herverk varð framt móti tveimum bilum, ið stóðu parkeraðir síð um síð.
Báðir bilarnir vóru punkteraðir, helst við knívi. Og á Argjum vórðu rútarnir á eini gravkúgv knústir. Løgreglan hevur eingi vitni til hesi herverk.